GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 34

Hetta vil Útoyggjafelagið! Frá aðalfundinum hjá felagnum í Svínoy 2012. Óla Jákup lesur formansrøðuna Vit skulu venda afturgongd til framgongd, og taka tøk í felag. Vit halda tað vera umráðandi, at útoyggjarnar varð­ eita eitt gott samstarv við tey, sum hava v tilknýti til útoyggjarnar, soleiðis at øll í felag kun­­ virka fyri vøkstri og framgongd. nu Útoyggjafelagið vil birta uppundir og bøta um sambandið við privatar og almennar stovnar til fyrimun fyri útoyggjarnar. Eyðun Eliasen, umboðsráðslimur, leggur tølini fram, ið siga, hvat tað kostar at dagføra útoyggjarnar. Frá ráðstevnuni "Framtíðin á útoyggj" í 2012 Felagið leggur dent á at veita kunning um og vekja áhugan og vitanina um støðuna hjá út­ oyggju­num. Útoyggjarnar hava bóltin Útoyggjarnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður og onnur pláss og øki í landinum. Men vit viðurkenna samstundis, at drívmegin í arbeiðnum liggur á útoyggjunum. Ein meginregla í okkara arbeiði er at byggja virksemi á sereyð­ kennini og ynskini hjá fólkinum í hvørjari ein­ stakari oyggj, tí hevur umboðsráðið ein týd­ ningar­miklan leiklu. Felagið skal økja um innanhýsis sambandið millum tey, ið búgva á útoyggj, geva íblástur til nýhugsan eins og møguleika at læra av royndum hvør hjá øðrum. Poul Mikkelsen: útoyggjarnar eiga skipast sum ein landskommuna, og økið við serligum avbjóðingum. Dennis Holm, kunnaði um kommunusamanlegging og smáar kommunur. At virka fyri Ídnaðarfremjandi tiltøkum og eftir førimuni hjálpa og vegleiða útoyggjafólk við verkætlanum, sum skapa arbeiði og virksemi á staðnum. Felagið skal ávirka myndugleikarnar til tess at bøta um undirstøðukervið og skapa góðar kar­ mar fyri vinnuligum virksemi. At tryggja, at útoyggjarnar verða tiknar við uppá ráð, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar, sum t.d. at leggja almenn arbeiðspláss á útoyggjum. Bjørn Patursson, Magnus Eliasen o.o. luttóku á ráðstevnuni Útoyggjafelagnum ynskir gott samstarv við komm­unurnar. 34 Glóðin • nr. 10 • 2013 Nógv fólk møttu og tað var gott kjak um týdningin av politiskari støðutakan