Gleði og gaman
Útoyggjastevnurnar, bæði í fjør og í
ár, hava eydnast sera væl. Nógv fólk
vitjaðu og alt var væl fyriskipa.
Tað er hópur av fólki, ið skal til
verka, tá ein oyggj hevur játta at átaka
sær útoyggjastevnuna. Tað er eitt
meg ar tak, ið krevur bæði hegni,
n
sam
anhald, samstarv og nógvar
hendur.
Útoyggjastevnurnar vóru av fyrstan
tíð, settar á skrá, fyri at styrkja tað
sosiala netverkið millum oyggjafólki,
tey, sum eru flutt og onnur, við áhuga
fyri útoyggjunum.
Hetta mál hava vit nátt, tí millum
1000 og 1500 fólk koma á hvørjum
árið til oynna, har stevnan er. Nógv
av hesum koma, tí tað gevur teimum
høvi at vitja ættfólk, men fleiri hava
ikki verið í oynni fyrr, og brúka tí
hetta høvið.
Børn og ung, eru røsk at koma á
Útoyggjastevnu, og tað er eitt gott
tekin. Útoyggjastevnan næsta ár
verður við Gjógv. Eitt øðrvísi men
spennandi tiltak, sum tit fara at frætta
meira um seinni.
Glóðin • nr. 10 • 2013
33