“Oyggjarnar gagna ikki bert teimum, sum hava valt
at búgva har, men øllum íbúgvum í landinum”
Gongdin kann brádliga venda
Hóast afturgongd í fólkatalinum og ein høgan miðalaldur hjá
íbúgvu um á smáoyggjum, er tað ikki sjálvsagt, at hesar oyggjar
n
doyggja út. Hetta sigur framtíðargranskarin Jesper Bo Jensen, sum
í nógv ár hevur arbeitt við fólkatalsforsøgnum í Danmark.
Svínoy, Mynd: Bárður Mikladal
32
Glóðin • nr. 10 • 2013
Gongdin kann brádliga venda, sigur
Jesper Bo Jensen við Berlinske. Hann
grundar hetta á, at hóast fólkaam
s
ansetingin er skeiklað í løtuni, og talið
á eldri og gomlum er sera høgt, kann
tað henda, at ein ella fleiri familjur
brádliga velja at búseta seg á einari
slíkari oyggj, og so er gongdin vend.
Orsøkirnar til, at fólk venda aftur
til oyggjarnar, kunnu vera so nógvar.
Eitt kann vera, at virðini í sam
felagnum broytast, og hugurin at liva
friðarligt og nærri náttúruni kann
gerast eitt rák/trend. Trend ella broyt
ing í lívsstíli er ikki lætt at spáa um,
sigur Jesper Bo Jensen, í kjalar ørr
v i
num á greinini í Kristeligt Dagblad,
um at niðurleggja fleiri danskar smá
oyggjar.
Dorthe Winther er forkvinna í
“Samm nslutningen af Danske Små
e
øer”. Hon sigur í sambandi við upp
skotið um at niðurleggja donsku
a
oyggj rnar, at hugsanin krónu fyri
krónu, og at seta ein prísseðil á hvønn
einstakan borgara, er snævurskygt og
beinleiðis skeivt. Hon brúkar júst
somu grundgeving sum Útoyggja
felagið, og tað er, at: “oyggjarnar
gagna ikki bert teimum, sum hava
valt at búgva har, men øllum íbúgvum
í landinum, tí er tað skeivt at brúka
íbúgvatalið sum argument fyri ikki
at gera íløgur í hesi øki. Øll í einum
samfelag kosta, men øll eru eisini við
til at gjalda.
Dorthe Winther ber fram, at
stundn er komin hjá politikarunum
i
at venda byttuni, og í staðin fyri at
halda aftur, fara øvutan veg. Tað er
eingin ivi um, at íløgur í undir
støðukervið og betri tænastur í út
jaðaranum høvdu gjørt valið at búseta
seg har til eitt veruligt val, og tað
hevði skjótt lønt seg aftur í øktum
avkasti, tí vilji og møguleikar skorta
ikki.