GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 31

At avtofta útoyggjar – er eintáttað hugsa Aftur nú er kjak um, hvat fólk á útoyggj kosta. Nú er kjakið íkomið orsakað av einari grein, sum hevur staðið í Kristeligt Dagblad í Danmark. Í greinina sum búskaparfrøðingurin og lektarin Jørgen Møller hevur skrivað, sigur hann m.a., at tað einasta rætta er at niðurleggja donsku út­ oyggj­ rnar, tí tær kosta statinum ov a nógvar pengar. Hann vísir m.a. á, at hvør útoyggjabúgvi kostar statinum uml. 100.000 krónur árliga, og tað er ov nógv. Ov fá búgva á útoyggj Hesi tíðindi í danska dagblaðnum vórðu loftað av Kringvarpi Føroya. Tíðindakvinnan las í sama viðfangi upp talið á teimum, sum búgva á útoyggj í dag. Hesi tíðindi, elvdu enn eina ferð til kjak í sosialu miðlunum um tilverurættin hjá útoyggjunum. Men Føroyar eru smáar, bert eitt knappanálshøvd á heimskortinum. Avtofta vit útoyggjarnar, gerast vit enn minni, og tá kann av sonnum sigast, at Føroyar er smáar. Og er tað so heppi sæð úr einum strategiskum/ landafrøðiligum sjónarhorni? Á saman hátt kunnu vit velja at hyggja at útoyggjunum úr einum ment­anar­­ligum sjónarhorni, einum sosio­logisk­um ella einum fíggjar­lig­ um. Og svarini, vit fáa, verða ymisk, alt eftir hvørjar brillur vit bera. Í Mykinesi, Mynd: Kristian Petersen Útoyggjastevnan á Kalsoy 2011 Fíggjarliga sjónarhornið Tað er ikki fyrstu ferð, at búskapar­ frøðingar mæla til at niðurleggja útoyggjar. Ein boðskapur, sum ein­ stakir føroyskir búskaparfrøðingar eisini bera. Boðskapurin: "vit hava ikki ráð" tykist so einfaldur. Hetta kunnu øll skilja. Men tað einfalda er ikki altíð tað rætta, og hyggja vit at grund­ evingu­ g num, so byggja tær einamest á hvørjar útreiðslur landið hevur av útoyggju­ num, inntøkurnar og virðini eru lítið umrødd. Kapitalur er ikki bara pengar Um eitt samfelag hevur rætt at vera til, kann ikki bara avgerast við at hyggja at fíggjartølum. Hetta er í roynd og veru heilt burturvið og eintáttað hugsan. Í samfelagsfrøðini verður tosað um ymisk sløg av kapitali, eitt nú sosialur kapitalur, mentanarligur kapitalur o.a. Hetta er ein viðurkenning av, at allur umsetningur í einum samfelag ikki altíð er í reiðum pengum. Og rætt er, inntøkurnar á útoyggj eru ikki høgar, men tað eru so nógv onnur, ið hava inntøku av, at út­ yggj­ o arnar eru búsettar, eitt nú tænastu­ veitarar, flutningsfeløg og ferðavinnan á meginøkinum ikki um at tala. Virðir eiga eisini at roknast uppí Skulu útoyggjarnar gerast upp, so er neyðugt at taka øll virðir við. Tað fyrsta og størsta virðið eru tey, sum búgva her og umsita hesi pláss, og harvið halda stórum landøkjum uppi, og halda tey viðlíka. Næst eftir hetta er møguleikin hjá ferðavinnuni at senda ferðafólkið á útoyggj at fáa "autentiskar" upplivingar, ið er sera høgt í metum. Aftur at øllum hesum, er tað gangnligt fyri arbeiðsmarknaðin, at arbeiðsfólkið kann halda frí og aftur­ mennast, og júst hetta vísir tað seg, at útoyggjarnar og onnur smápláss eru sera væl egnað til. Hetta er eitt virði fyri samfelagið, ið ikki kann gerast upp í pengum. Frítíðarbygdir ein utopi Tá ein oyggj, ella bygd, er avtoftað, er tað ikki hugsandi, at hon kann vera ”frítíðarbygd”, tí hvør kommuna vil halda tómar bygdir viðlíka? Hvussu nógv vilja fara í summarhús, tá eingin annar er í bygdini? Hvussu við samferðsluni? o.s.fr. Í okkara grannalondum vísir tað seg, at avtoftað øki skjótt forfalla. Eingin er har at ansa eftir, og ung­ dómur ger sær dælt við at brúka slíkar bygdir til veitslur o.l. Tí gongur ikki long tíð, til hesar bygdir eru farnar í sor og gerast spøkilsis-bygdir, ið koma at liggja sum ein skomm. Slík dømi eru nógvastaðni, m.a. henda bygdin í Grønlandi, sum myndirnar vísa dømi um. Økismennandi politikkur Fyri at sleppa undan, alla tíðina at skula inn at verja tilverurættin hjá smá­ bygdunum í Føroyum, eigur land­ð at hava ein greiðan økis­ enn­ i m andi politikk, ið allir flokkar taka undir við. Ynskja vit einar fjøltáttaðar og fjølbygdar Føroyar, er tað harumframt altumráðandi, at bygdir og býir, stovn­­ og fyritøkur, samstarva tvørt­ ar ur um bygdar- og býarmørk og á tann hátt tryggja best møguligan trivnað og framgongd fyri øll. Fólkatóm bygd í Grønlandi Fólkatóm bygd í Grønlandi Glóðin • nr. 10 • 2013 31