í færri kommunur, uttan heildar
ætlanir.
Smáplássini eru ofta kapitalfátøk,
men rík bæði sosialt og mentanarliga,
og tey eru ymisk. Vit eiga at viðgera
hvørja oyggj sær, tí landafrøðiligi
munurin er so stórur. Fólkatal, stað
seting, vinnuvirksemi og jarðarviður
skifti eru so ymisk, at til ber ikki bara
at tosa um útoyggj sum eitt hugtak,
tá stig skulu setast í verk.
Søgnin sigur at fimti Hanus í
Útistovu í Hattarvík gandaði allar
hattvíkingar upp úr kirkjugarðinum
á Kirkju. So stórur var riðilin, at tá
teir fremstu vóru uppi við Geilagarðin
omanfyri húsið í Smiðjuni, vóru teir
aftastu á Krossi. Vera má, at hatt
víkingar vildu hava forfedrarnar nærri
hjá sær.
Hevði onkur dugað gand, ella
hevði eg havt slíka megi, so kundi eg
á sama hátt fingið fólk út til Fugloyar
og aðrar útoyggjar; men tann tíðin
man vera farin, og sterkar kreftir skulu
til at fáa útoyggjarnar upp á føtur
aftur,
men tað er fyrst og fremst politiski
viljin, ið má vera til staðar. Eg dugi
ikki at síggja brúkiligar loysnir uttan
játtandi myndugleikin gongur saman
við útoyggjafólki í hesum spurningi
- og tað við opnum sinni og heilum
huga. Drúgt álit er longu gjørt, ið
vísir á rúgvur av møguleikum. So sigl
oyggj fram úr mjørka, sum álitið so
vøkur lýsir á bjartastu leiðir.
Tit útoyggjafólk hava sanniliga
dugað at skipað tykkum og hava sett
sjóneykuna á viðurskifti tykkara, tað
eru hesar frálíku útoyggjastevnurnar
gott dømi um. Hundraðvís av fólki
koma saman til hugna og samveru
hesar dagar. men álvarin er ikki at
fara skeivur av!
At menna serskipanir er ábyrgd
politikaranna!
Søgn er, at, fær ormurin høvdið út
undan øskudunganum, skal Hattar
30
vík forganga. Søgnin um Gullheyggj
ar er um tríggir menn, sum komu úr
Noregi til Fugloyar um tað bilið, tá
ið Haraldur kongur hin hárfagri legði
Noreg undir seg. Gunnar búsettist í
Hattarvík. Hann hevði nógv gull við
sær og ein ring um armin, sum kundi
verja hann fyri trølldómi. Ein ganda
kelling, Steinvør, sum búði við Kell
ingará í Hattarvík, vildi so fegin hava
fosturdóttrina gifta við Gunnari. Hon
hevði allar vælir sínar frammi at fáa
hann til at vera góðan við hana, men
ikki batti. Tá gáddi hin gamla um
ringin, sum hann hevði um armin,
og gav seg í lag við Trónd at lokka
hann. Hetta miseydnast, og ganda
kellingin gevir seg í hóslag við lind
ormin, sum hon sær liggja í bønum,
gevir honum at súgva av brósti sínum,
so hann skal vaksa. Og tá Gunnar er
farin í víking, ber hon lindormin út
á gull hansara, har tað lá goymt í
jørðini, har sum Gullheyggur er. Tá
hon sá skip hansara, skapaði hon seg
til ein hval og soraði skip hansara.
Hetta var hansara bani, tí ringurin
vardi hann bert á landi og ikki á sjógv.
Og gandakellingin læt sítt lív har
eisini, tí ormurin hevði sogið allan
merg úr henni.
Lindormurin varðveitti gullið og
liggur á tí enn. Høvur hansara liggur
undir øskudunganum, niðri á Øsku
dunga, sum tey rópa tað, tætt undir
húsunum í Hattarvík, men halin
liggur inni á Tjørn (innantil á hálsi
num, hálvan fjórðing frá bygdini).
Buktin liggur á gullinum undir Gull
heygnum.
Lata vit ormshøvdið undan øsku
dunganum, so er bara at lata standa
til, sum politiski myndugleikin tykist
halda. Ætla vit ikki, at ormurin skal
fáa høvdið undan øskudunganum og
Hattarvík forganga, so skulu vit og
tað í tøkum tíma syrgja fyri, at
vinnumøguleikar verða á hesi útoyggj
eins og á øðrum smáplássum.
Eg eri sjálv vaksin upp við blómandi
virksemi á bygd, har postbáturin kom
við rávøruni, sum varð arbeidd og
síðan flutt av aftur bygdini sum fyrsta
floks vøra. Hetta ber væl til. Men
fortreytirnar hjá fjarløgdu og truplu
samferðsluleiðum skulu gerast møgu
lig.
Rák í heiminum er júst smáram
f
leiðsla, grøn vinna, økologiskar vørur
- alt slíkt, sum kundi blómað, duga
vit at bera okkum at. Møguliga er tað
gullið á Fugloynni. Eg ivist onga løtu
í at Fugloyggin er gull verd, eins og
aðrar útoyggjar og