GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 29

Fugloyggin var av fyrstu tíð flotoyggj! Óluva Klettskarð: Røða hildin á Útoyggjastevnuni á Kirkju 2013 Gott kvøld útoyggjabúgvar og gestir allir. Fugloyggin var av fyrstu tíð flot­ oyggj. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á sjógv. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til henn­ ara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestu­ num stóð fremstur í bátinum og kastaði bíbliuna upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllu­ num og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við Kirkju fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. Fugloyggin ber skillig merki av havsins ótroyttiligu álopum á sjóvar­ klettin, og tey álopini hava broytt útsjóndina ógvuliga nógv. Í dag eru onnur álop á Fugloynna enn havsins aldur. Nútíðarsamfelagið hevur máað næstan alt fólkið burtur av Fugloynni, og tað er stór avbjóðing at steðga og venda hesari gongd. Mong í dag ivast í, um nakað er at gera við hetta. Tvætl, tíðin er farin frá hesum smáplássum, tað er ov dýrt, ongin tímir at búgva har, lat rákið ráa sær sjálvum. Men vit vita, at rák verða skapt, vit vita, rák eru stutt og tey venda -og vit vita, virðir og politiskur vilji fáa snúð rákum. So hví lata standa til? Eg eri fødd á útoyggj. Gamaní Ikki á ytsta útjaðara og á kyrruplássi, men tó, tað sum vit øll hava til felags er, at sjógvur skilir okkum. Sjógvur skilir okkum frá stórplássinum og nøkrum møguleikum, vit kunna bjóða okkum og børnum okkara har, tað veri seg arbeiðsmøguleikar og ítriv av ymsum slag. Eingin megnar at standa sjálvur, og tað ger útjaðarin heldur ikki. No man is an island, segði John Donne í yrking síni í 1634. No man is an Island, entire of itself, every man is a piece of the continent, a part of the main. If a clod be washed away by the sea, Europe is the less. As well as if a promontory were. As well as if a manor of thy friend's or of thine own were: any man's death diminishes me, because I am involved in mankind, and therefore never send to know for whom the bell tolls; it tolls for thee. (John Donne 1634) Hugsanin í hesi yrking er, at menni­ skja er sosial vera, ið ikki kann vera til uttan felagsskapin. Ongin er nóg mikið sjálvur, og góð tilvera er treytað av øðrum. Samhaldafesti kalla vit tað á nýmótans máli. At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum. Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdu­ num í Fugloy. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum. Fullur songarmatur var eitt lambs­ krov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. - Hálvur songarmatur var eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. - Eitt eyð­ skilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat. Í dag hava vit somu skyldu at lata songarmat, hóast hetta eitur nakað annað! Tí her eru vit við kjarnuna og grundarlagi undir hesum samfelag. Ongin hevði borið hetta samfelag uppi uttan samvinnu millum fólk, hús, bygdir og oyggjar. Hitt samhaldsfasta samfelagið snýr seg so sanniliga eisini um samhaldsfesti oyggjanna í millum í dag. Soleiðis hevir føroyingurin yvirlivað, og soleiði