1000 hugskot
Hugskotini skortaðu ikki á bygdarfundunum, í samband við
verkætlanina: Luttøka og íverksetan. Fundir hava verið í Svínoy,
í Hesti, Á Húsum og við Gjógv. Fundurin í Fugloy hevur verður
útsettur tvær ferðir vegna veður, men verður áðrenn jól.
Nógv møttu, millum 20 og 30 í
hvørjari bygd.
Lagt var upp til at koma við hugskotum
innan hesi trý øki:
1. ugskot til felags átøk (sosial átøk
H
sum skapa trivnað í bygdini)
2. Hugskot til vinnuligt virksemi? (hvat
kann gerast í bygdini fyri at økja um
inntøkumøguleikarnar hjá teimum
sum búgva her)
3. vat er mest neyðugt at gera, fyri at
H
tryggja bygdini eina framtíð?
Tað var mett sum ein sjálvsagdur
lutur, at eitt nú ferðasambandið
verður dagført og at aðrar grundleggj
andi umstøður vera bøttar, tí fevndu
fleiri hugskot um hetta.
Gulir lepar og reyðir prikkar
Tá hvør einstakur hevði skrivað síni
hugskot, á ein gula lepan, var hann
hongdur upp, ella lagdur á eitt borð.
Tá alt var lagt fram, fór hvør luttakari,
og setti eitt reytt frámerkið á tað hug
skotið tey hildu vera tað besta. Tað
vóru 9 atkv