GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 27

Ein spegilsmynd av Føroyum Stabbarnir á síðuni vísa tann fólkafrøðiliga veruleikan á bygd, men onkursvegna er hetta eisini ein spegilsmynd av Føroyum. Tað snýr seg um unga ættarliðið Tey ungu fara av oynni, ella av landinum og koma ikki aftur. Men ungdómurin er mobilur, eisini eftir lokna útbúgving, og nøkur vilja venda aftur, um tað eru umstøður til tess. At skapa fyritreytir og møgu­ leikar, ja, tað er hóast alt nakað vit kunnu gera, bert tað er vilji og hugflog til staðar. Fólkatal og miðalaldur Talvurnar tala sítt greiða mál. fólkið eldist og fá ung leggjast afturat. Miðalaldurin veksur og meðan fólka­ talið minkar. Tað er bara á Húsum, at myndin sær heilt øðrvísi út. Miðalaldurin á Húsum er 32 ár, meðan hann er 63 ár í Hesti og við Gjógv. Hestur og Gjógv eru tvær sera ymiskar bygdir, men tær hava báðar stórar trupulleikar við ferða­amb­ s andi­num, hetta kann vera orsøkin til at gongin líkist. Húsar brýtur frá flest øllum bygdum í útjaðaranum. Avbjóðingin fyri Húsa kommunu er, at skapa for­ treytir fyri at ungdómurin kann vera búgvandi og/ ella kemur aftur eftir lokna útbúgving. Keldan til øll hagtølini er: Hagstova Føroya Hugskotini skorta ikki við Gjógv Myndin omanfyri lýsir fólkatal og aldur í Fugloy, Svínoy, Húsar, Gjógv og Hestur Glóðin • nr. 10 • 2013 Frá bygdarfundinum við Gjógv Útoyggjastevnan í Svínoy 2012 27