Ungdómur á Húsum
Í túninum á Húsum
Tann unga bygdin - Húsar
Jóhanna Maria Isaksen hugleiðir
um sína heimbygd Húsar.
Húsar er ein av teimum fáu bygdunum
í útjaðaranum, sum hevur ein lágan
miðalaldur. Seinastu hagtølini vísa,
at miðalaldurin á Húsum er 32 ár,
men hetta var síðst í september
mánaði, og síðani tað er eitt sindur
hent. Í oktober eru 3 fólk flutt til
bygdina, harav eitt barn undir
skúlaaldur, og hini (báðar kvinnur)
onnur 32 ár og hin 27 ár.
Nú tað eru fleiri ung pør, ið eru
flutt og ætla sær at flyta til bygdina,
vóna vit, at tað fer at vera munandi
lættari at fáa grundstykkir, so vit sum
vilja vera her, kunnu byggja okkara
egna og vera verandi á staðnum. Eini
hjún (Gudrun og Jákup) hava fingið
byggiloyvi og fara í næstum undir at
byggja, so skjótt verða eini nýggj hús
í bygdini, umframt hetta eru tað
minst tvey onnur pør, sum hava somu
ætlanir, so bygdin kann vaksa enn
meira og tað er gott.
Grundarsteinurin undir bygdini,
og tað, sum ger, at so nógv ung trívast
her, er uttan nakran iva tað góða
Júst komnir aftur av fjalli á Húsum
24
Glóðin • nr. 10 • 2013
samanhaldið. Vit gera nógv saman og
standa saman, tá tað er nakað, báði
tá tað er til álvara og gaman.
Vit eru ein lítil kommuna, og eins
og í so nógvum øðrum smáum
komm
unum, so eru ikki teir stóru
pengarnir at arbeiða við. Tá komm
unan hevur gjørt tað, sum hon hevur
skyldu til, er lítið eftir til at efturlíka
øllum ynskjunum hjá borgarunum.
Men henda trupulleika hava vit
partvíst loyst við at skipa eitt samstarv
millum okkum, sum búgva í komm
ununi, og kommununa. Hetta skapar
samanhald og trivnað.
Tann seinasta felags uppgávan var
at gera spæliplássið í bygdini liðugt.
Kommunan keypti tilfar til eitt jarn
verk rundan um spæliplássið, og
bygdafólkið hevur málað, sett tað upp
og snøggað rundanum.
Nýhugsan og virkisfýsni
Køkurin hjá Magna og Hannebeth
hevur havt nógv virksemi, síðani
hann læt upp. Og nú í vetur gera tey
jólaborðhald bæði út av húsinum, og
her á Húsum. Vit á Húsum eru eisini
við í verkætlanini: Luttøka og íverk
setan, sum Granskingardepilin stend
ur fyri. Í samband við tað, hava vit
haft ein fund í bygdini um menning
av útjaðaranum, og hava fleiri góð
hugskot, sum vit fara at arbeiða við.
Eitt av tí, sum vit ynskja, er at fáa
meira burtur úr ferðavinnuni. Tí fara
vit at kanna, hvat manglar her, so vit
kunnu fáa fleiri vitjandi. Hvønn tørv
tey vitjandi hava, og hvussu vit kunna
samskipa hetta við teir møguleikar,
vit hava í oynni.
Eitt dømi er at byggja smáttur til
ferðafólk at búgva í, hetta kundi givið
arbeiði til onkran í bygdini, við til
dømis at vaska og viðlíkahalda
smátturnar. Matstovan hjá Magna
hevði fingið meira at gjørt, umframt
at onnur tiltøk í oynni fingu fleiri
kundar.
Fyri mítt viðkomandi er tað næsta
á skánni, at eg fari í holt vit at gera
og menna matvøru at selja í summar.
Rabarbu-saftin skal fínjusterast eitt
sindur, umframt tað fari eg at royna
at selja rabarbu-siropp nú til jóla.
Jóhanna Maria Isaksen, Húsar
Tvey góð systkin á Húsum