Sproti spælir violin
Døgg tekur í móti gestunum
Skúlastovan í Stóru Dímun
Skúlin á útoyggj - samstarv og góð undirvísing
Samrøða við Evu úr Dímun og
Jógvan Jón Petersen, foreldur at
børnum í skúlanum í Stóru Dímun.
Í Dímunar Skúla eru tveir næm ngar.
i
Ein í 4. flokki og ein í 2. flokki. Tá
børnini byrjaðu í skúlanum, avgjørdu
vit at tey skuldu, umframt at ganga í
Dímunar Skúla, eisini gerð st partur
a
av skúlaflokki á meginandinum. Vit
l
tóku støðu til samstarv við Tórshavnar
Kommunuskúla.Hetta
samstarv
merkti í høvuðsheitm at børnini
u
skuldu Í Tórshavnar Kommunuskúla
einar 6 vikur um árið. Hesar vikur
royna vit at býta javnt yvir árið, fyri
at undirvísingin hongur so væl saman
sum gjørligt og at tey fáa sum mest
burturúr.
Fýra ymiskir lærarar
Seinastu tvey árini hava vit ment
samstarvið við Tórshavnar Komm
unu kúla soleiðis, at Dímunar Skúli
s
er skipaður sum ein eind undir
Kommunuskúlanum. Hetta merkir
m.a. at vit hava somu leiðslu og at vit
fáa lærarakreftir úr Kommunus
kúlanum.
Í løtuni eru tað fýra ymiskir lærarir,
ið skiftast at undirvísa herúti, eina til
tvær vikur í senn. Hesa skipan eru vit
sum foreldur serstakliga glað fyri. Ein
stórur fyrimunur við hesari skipan er
at børnini hjá okkum, fáa undirvísing
frá fleiri lærarum. Vit eru sannførd
um at hetta styrkir og fjøltáttar
undirvísingina. Hesir lærarir eru í
stóran mun teir somu, sum tey hava
tá tey eru í kommunuskúlanum.
Hetta gevur lærarunum góðar møgu
leikar til at fylgja okkara børnum,
-bæði fakliga og sosialt.
eisini skulu hava møguleikar at vitja
hendan vegin. Bæði fyri at tey skulu
kenna til umstøðurnar herúti og
kenna seg eiga lut í Dímunar Skúla.
Tá tey vitja hendanvegin eru tað í
smærri bólkum, -eitt til tvey í senn.
Oftast eina viku hvørja ferðina. Tá
tey eru í skúlanum herúti fáa tey
samstundis møguleika at uppliva
okkara gerðandisdag og umstøðurnar
Okkara børn eru eisini partur av
tónleikaverkætlanini “Litir í leiki”,
har tey bæði spæla violin. Hetta hevur
m.a. við sær at tey fáa fitt av
tónleikaundirvísing umvegis netið,
frá lærara í Tórshavnar Komm nu
u
skúla. So líðandi vænta vit at undir
vísing og samskiftið umvegis netið
verður ment og styrkt.
Haraftrat leggja vit stóran dent á,
at flokksfelagirnir hjá børnunum
á eini so lítlari oyggj. Á hendan hátt
vóna vit eisini at børnini í Tórshavnar
Kommunuskúla kunnu fáa væl burt
urúr samstarvinum.
Vit eru sannførd um at, umframt
at hetta kann ríka smáu skúlarnir,
sanniliga eisini kann verða eitt týðandi
ískoyti til størru skúlarnir. Tí meina
vit at slíkt samstarv við størru
skúlarnir er vegurin fram hjá skúlum
á útoyggj.
Systir Hans Meinhard, Ronja, gongur nú í skúla eftir somu skipan sum
Hans Meinhard. Foreldrini hava nú eina vón um, at hon sleppur at halda
fram at ganga í skúla eftir hesum leisti, eisini í 8. og 9. flokki. Børn eru
ov ung at skula fara heimanífrá sum 13 ára gomul, og serliga, tá
ferðasambandið ger, at tað bara er samband millum Mykines og
meginøkið 3 dagar um vikuna, allan veturin, sigur Katrina.
Glóðin • nr. 10 • 2013
23