Hans Meinhard í Eyðansstovu
Mykines, Mynd: Bárður Mikladal
Føldi meg ongantíð einsamallan
Hans Meinhard í Eyðansstovu var
einsamallur næmingur í Mykinesi
tey fyrstu skúlaárini. Í summar fór
Hans Meinhard við 9´inda floks
prógvi í hondini, á Fiskivinnu
skúlan í Vestmanna. Glóðin hevur
tosa við Hans Meinhard um skúla
gongdina og hvørjar ætlanir liggja
fyri framman.
Hans Meinhard í Eyðansstovu er 16
ár, føddur og uppvaksin í Mykinesi.
Hann hevur gingið í einum av
minstu skúlunum í landinum, og var
í fleiri ár einsamallur næmingur.
Hans Meinhard fór í 1. flokk á sumri
2004. Hann minnist, hvussu spentur
hann var, tá hann leiðandi mammu
sína fór í skúla fyrsta dagin. Fyrsta
dagin fekk hann bøkurnar og skema,
og so var tann dagurin liðugur.
Einki løgið at vera einasamllur
Hann føldi ongantíð, at tað var løgið,
at hann var einsamallur. Mamman
var lærari, og tað hugsaði hann
heldur ikki nógv um. ”Alt virkaði
normalt fyri mær, eg visti ikki um
nakað annað, og eg var væl nøgdur”,
sigur Hans Meinhard.
Næsti lærarin, Hans Meinhard
minnist, var Sverri Kass. Tað var
spennandi at fáa nýggjan lærara, og
hann minnist, hvussu væl ið Sverri
dugdi. Teir funnu upp á alt møguligt,
og hann lærdi nógv. Onkuntíð var
hann í skúla á Strondum, har Sverri
hevði verið lærari. Umframt Sverra
vóru tveir ella tríggir lærarar afturat,
og tað var altíð spennandi at vita,
hvør tann nýggi lærarin var, tá hann
kom til bygdina. Fyri tað mesta var
tað tó mamma, sum undirvísti, og
tað var eisini fínt fyri meg. Tá eg fór
í 6 flokk, byrjaði samstarvið við
Sørvágs skúla. Eg gekk í skúla í
22
Glóðin • nr. 10 • 2013
Mykinesi í 3 vikur og í Sørvági fjórðu
hvørja viku. Mamma kom við til
Sørvágs, har hon var lærari hjá øðrum
børnum.
Eg minnist fyrstu tíðina í Sørvágs
skúla. Eg var vanur við at vera
einsamallur, so í Sørvági skuldi eg
venja meg við, at tað vóru nógv børn
í flokkinum og nógvur gangur. Tað
var ikki lætt at fylgja við og konsentrera
meg, men mær dámdi væl.
Eg var tó ikki altíð einsamallur í
skúlanum í Mykinesi. Av og til komu
børn í skúla, tí foreldrini komu í
summarúsið, og av og til hevði
h
lærarin børnini hjá sær við til Myki
nesar, og tá gingu tey í skúla har. Í
2007 byrjaði so systir mín í skúlanum.
Nógv hava spurt meg, hvar mær
dámdi betur at ganga í skúla, í
Mykinesi ella í Sørvági. Eg havi altíð
svarað, at mær dámdi líka væl í báðum
skúlunum, men tað var hvør sítt. Eg
haldi, tað fakliga var betri í Mykinesi,
har fekk eg meira skúlating og kundi
betur hugsavna YYˈ