Bátar í Svínoy á Útoyggjastevnuni 2012
"Sambært søguligum keldum kann tann føroyski
báturin førast aftur til miðju 17. øld"
Mentanarvirði og mentanarlutir eru
við til at mynda tjóð okkara í samsvar
við fólkið, sum her býr. Av tí at
mannahugsan og virki broytast,
broytast eisini virðir og lutir. Tí er tað
so týdningarmikið, at politiska
skipanin sær týdningin av, og átekur
sær uppgávuna, at tryggja, at mentan
og søga verða so væl útborin og
varðveitt, sum til ber, bæði virðir og
lutir, so hesi kunnu koma okkum og
eftirkomarum okkara til góða.
Vit eiga sum samfelag at taka hesa
uppgávu í álvara, so komandi ættarlið
fær eina so rætta og fullgóða fatan av,
hvørjum jørðildi vit koma úr, og geva
eina rætta mynd av, hvussu forfedrar
okkara livdu og virkaðu.
Tað, sum vit eiga og hava varðveitt,
eru tey gomlu húsini, amboð, sum
føroyingar nýttu til húsarhald, í
arbeiði á sjógvi og á landi, í grind og
til røkt av lunnindunum. Men eitt av
høvuðsamboðunum, sum nýtt hevur
verið i øldir, er hin føroyski báturin.
Umframt at hava kunnleika til
lutirnar, er eisini týdningarmikið at
kenna handverkið handan lutirnar, og
tryggja, at tað eru fólk, ið kunnu bera
henda handborna kunnleikan víðari.
Báturin er hóttur
Báturin er - sum flest allir aðrir ment
anarutir - hóttur av øðrum nýggjum,
l
sum er komið í staðin. Men báturin
er serføroyskur, hann er søguligur við
serføroyskum byggisniði, hann er
fleiri øldir gamal og er framvegis í
gerð og í nýtslu.
Føroyski báturin hevur í fleiri
hundrað ár ment seg, broytt snið og
skap, ti