GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 20

Bátarnir í Svínoy Lættur og smidligur er hann – hin føroyski báturin! Tað var eitt stórt upplivilsi, at koma oman á støð, henda dagin í juni í fjør. Tá allir bátarnir vóru drignir úr neysti og stóðu so snotiligir á rað niðri á hellu. Onkur hevði á orði, at hetta var sum at lata eina skattakistu upp. Har stóðu teir. Gamlir og brúktir og fullir av søgum og hendingum, bæði góðum og sorgtungum. Í rúma tíð hevur verið tosað um at fáa bátarnar í Svínoy til heiður og æru. Teir hava staðið í neystunum og bíða, til teir nú sleppa at vera høvuðsleikarar í frásøgnini um Svínoyar bygdarsøgu, sæð úr sjónarhorninum hjá bátinum og teimum, sum flotaðu hann í sínari tíð. Tað skulu eldsálir til at fáa slíkt tiltak á føtur, og peningur eisini, tí íløga skal gerast bæði í umvæling og framsýning.  Tað er felagið Bjarnafossur, sum er stigtakari, og ein av eldsálunum er Ólavur Hátún, ið eisini er formaður í felagnum. Hini í nevndini eru: Hanus Olsen, Hoyvík, næstformaður, Malla Djurhuus, Tórshavn, kassa­ meistari, Poul Sivar Olsen, Hvanna­ sund, nevndarlimur, Marius á Geilini, Svínoy, nevndarlimur og Óli á Geilini, Svínoy, skrivari. Felagið hevur sett sær fyri, at ogna sær, seta í stand og varðveita gamlar svínoyarbátar. Ogna sær, seta í stand og varðveita hóskandi bygning í Svínoy at hýsa bátunum. At virka fyri umstøðum at varðveita gamla kynstrið at smíða bátar, taka lut í øllum starvi til frama fyri føroyskt bátasmið og bátamentan og virka fyri vinnuligum møguleikum í Svínoy.  Í Útoyggjafelagnum eru vit sann­ førd um, at hetta er eitt átak, sum umframt tað søguliga virðið, tað hevur, eisini kann gerast ein dyggur stuðul undir einari framtíðar ferða­ vinnu í Svínoy. Poul Hansen úr Nornastovu,  f. 15.3.1854 d. 17.9.1933. Bátasmiðir í Svínoy Tað vóru fleiri kendir bátasmiðir í Svínoy. Ein av hesum var Poul Hansen úr Nornastovu í Mikladali. Óli Jacobsen skrivar soleiðis í FF-blaðnum nr. 274. 1.august 2002: Poul Hansen, Svínoy, eisini nevndur Poul úr Nornastovu, er helst fimta ættarlið av bátasmiðum, úr Mikladali og Trøllanesi.  Fleiri av synunum hjá Poul í Nornast­ ovu gjørdust eisini bátasmiðir. Ein tann kendasti var Poul Johannes, Pollarin nevndur. Hann lærdi Hjalmar Hátún, sum var lærari í Svínoy, bátasmíð, og Hjalmar kom at byggja nógvar bátar. 20 Fleiri av bátunum, sum eru við í bátaverkætlanini í Svínoy, eru bygdir av m.a. Poul Hansen og Poul Johannes Poulsen. Glóðin • nr. 10 • 2013 Útoyggjastevnan 2012