GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Page 25

Luttøka og íverksetan á bygd Luttøka og íverksetan á bygd, er ein verkætlan, ið Granskinagardepilin fyri Samfelagsmenning fyriskipar, í samstarv við Útoyggjafelagið. Økismenning ella bygdamenning er í stóran mun treyta av teimum fólkum, sum búgva á bygd. Hesi mugu kenna seg eggjað til, ella hava áhuga í, at taka lut, antin sum stuðlar ella íverksetarar. Men bygdafólki má eisini, í nógv størri mun enn nú, hava atgongd til nýggja vitan, skipanarligan kunnleika og hugskotsmenning. Hetta er útgangsstøði fyri verkætlan: Luttøka og íverk­ setan á bygd, sum Granskingardepilin fyri Samfelags­ menning fór undir á sumri 2013, saman við Íslendska tænastu og íverksetara samtakinum Samtøk Sveitarfelaga. Tað sum henda verkætlan skal kasta av sær, er menning og tilflyting til bygdir í útjaðaranu. Hetta skal koma í staðin fyri støðuga fráflytingina, sum vit uppliva í løtuni. Vin ynskja betur javnvág millum kvinnur og menn, betur aldurssamanseting, og betur møguleikar hjá ungum at koma aftur til heimbygdina. Alt saman ein stór avbjóðing. Flyta fakliga og verkliga vitan Sum sagt, so leggur verkætlanini upp til, at flyta fakliga vitan úr akademisku umhvørvunum á meginøkinum út á smábygdirnar í útjaðaranum og øvugt, at flyta vitan, sum tey lokalu sita inni við, um lokalt tilfeingi, siðvenju, mentan og søgu, inn í akademisku umhvørvini, og harvið byggja eitt konstruktivt samstarv upp millum økini. Samanlagt skal umbýtið av vitan og royndum, skapa gróðrarbotn fyri menning av nýggjum hugskotum og íverksetan í útjaðaranum í Føroyum og Íslandi. Seinni kann hetta virksemi gerast partur av øðrum norður­ lendskum netverki. Spákonuhof í Skagastrond Málsetningurin fyri verkætlanina er: at geva íblástur, upplæra og stuðla íbúgvunum á bygd, at seta í gongd og skipað virksemi, ið kann skapa arbeiðspláss, inntøkur og trivnað. Dentur verður lagdur á evnini: lokal framleiðsla, list, mentan og ferðavinna. Biopol.is Framhald Glóðin • nr. 10 • 2013 25