Góðkend flettingar- og
hagreiðingarhús
Nú verður ikki leingi, til krøvini til
fletting og hagreiðing av seyði og
úrdrátti verða herd. Fyri tey, sum hava
seyðahald sum ítriv, kemur hetta ikki
at ávirka so nógv, tí tey gera bara, sum
tey altíð hava gjørt. Men tey, sum vilja
hava meira burturúr, og ynskja at reka
seyðahald vinnuliga, noyðast at síggja
í eyguni, at krøvini koma.
Tað eru nógv, sum halda, at hesi
krøvini eru sum at skjóta spurvar við
kanón. Tað, sum verður handlað her
Hetta eru góðar rávørur, ið kundu
komið til høldar, bæði fólki og búskapi
at gagni.
Vit kunnu bara ímynda okkum, at
tað var lættari at fáa góðkenning til
at selja góðskaðar landbúnaðarvørur
í Føroyum. Tá hevði vørumenning og
nýhugsan skjótt komið í kjalarørr
v
inum, og nýggjar spennandi vørur sæð
dagsins ljós. Men skal hetta gerast
veruleiki, má politiska skipanin taka
sær um reiggj og gera nakað munagott
við umstøðurnar, bæði tær praktisku
og tær fíggjarligu.
Okkara konsept hevur bygt upp á, at kommuna
og bygdarfólk í felag reisa hesar fasilitetir,
við hjálp frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
í Føroyum, í føroyskum handlum og
matstovum, má kunna byggja á góða
ráðgeving og álit. Er talan um vørur
til útflutning, er skiljandi, at onnur
krøv eru galdandi.
At tað eru krøv til reinføri, og at
kringumstøðurnar skulu vera noss
ligar og arbeiðsligar, kunnu flest øll
taka undir við, og eru sinnað at halda
seg til. Men krøvini, sum talan er um,
fevna um nógv meira enn hetta.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan eigur
at umhugsa at skipa eina ráðgeving,
ið stuðlar teimum, s um vilja bøta um
umstøður og reinføri. Reglurnar um
sølu til føroyskar kundar eiga at vera
slakari, og eftirlitið kann skipast við
stakroyndum. Sølan skal byggja á álit
millum framleiðara og kunda.
Sum støðan er í dag, verða nógv
tons av góðari vøru koyrd á brenn
istøðina.
16
Útoyggjafelagið hevur í síni
dagsskrá at eggja til og stuðla undir,
at flettingar- og hagreiðingarhús verða
bygd á útoyggj. Okkara konsept hevur
bygt upp á, at kommuna og bygdarfólk
í felag reisa hesar fasilitetir, við hjálp
frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Fyrsta eindin av hesum slag var í
Stóru Dímun, og hetta er eitt framúr
gott tiltak. Umstøðurnar í Dímun eru
serligar, tí tað snýr seg bert um eina
familju. Á øðrum oyggjum tykist tað
at vera trupult at fáa bygdarfólkið at
samstarva um at finna eina felags
loysn, men tað tað krevur so diplomati
og vilja at finna loysnir. Við støði í
royndunum í Stóru Dímun er eingin
ivi um, at tað er ein stórur fyrimunur
at tryggja sær góðkenning, so vørurnar
kunnu koma inn á marknaðir, ið geva
besta prísin. Samanlagt ein loysn, sum
bøtir um bæði arbeiðsumstøðurnar
og búskapin.
Kjallurin í Stóru Dímun
Jógvan Jón Petersen í sláturhølinum í Stóru Dímun
Eva úr Dímun
Glóðin • nr. 10 • 2013
Góðkendur kjallur í Stóru Dímun
Garvaði skinn úr Dímun