Brúsi og Purla
Í rætt á Trøllanesi
Landbúnaðarráðstevna í Ósáskúlanum í
Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014
Tað er Gamla Seglhúsið, sum fyri
skipar áhugaverda landbúnaðarráðs
tevnu í Klaksvík tann 11. januar.
Glóðin hevur havt samrøðu við
Símin Gulaksen, bónda og fyri
skipara, og biðið hann greitt frá
endamálinum við tiltakinum, og hví
hann heldur hetta er neyðugt.
Símin Gulaksen sigur við Glóðina,
at Føroyar standa á einum vegamóti,
tá tað kemur til landbúnað, antin so
seta vit kós ímóti einum meira
skipaðum og burðardyggum land
búnaði, ella mugu vit góðtaka, at
land únaður í Føroyum í framtíðini
b
bara verður eitt ítriv.
Símin Gulaksen gundar sínar
útsagnir á fleiri viðurskifti. Eitt er, at
vit í Føroyum mangla ein greiðan
landbúnaðarpolitikk, harnæst verða
heilsufrøðiligu krøvini til slátur herd
í næstum, samstundis sum vit kunnu
rokna við øktum innflutningi av
bíligum landbúnaðarvørum úr út
landi
num. Til seinast, men ikki
minst, eru røddir frammi um at
einskilja festijørðina, og alt hetta
samanlagt ger, at tað veruliga er tørvur
á einum breiðum kjaki um land
búnaðin nú.
Vísir tað seg, at vit megna at fáa
ein góðan landbúnaðarpolitikk á
føtur, har málið er at fáa sum mest
burtur úr møguleikunum, vit hava,
og tað samstundis verður skapt eitt
fíggjarligt grundarlag fyri hesum,
kann nógv áhugavert koma burtur úr.
Vit hava jørðina, vitanina og
peningin (í Búnaðargrunninum),
sigur Símin við einum smíli, tí hann
metir, at ein fyritreyt fyri at gera
nakað munagott við føroyskan land
búnað er, at tað samstundis verður
gjørligt at gera íløgur í umlegging og
nýhugsan.
Men hvat skal gerast, hvat er
gjørligt, og hvat er neyðugt, tað er
hetta sum ráðstevnan snýr seg um.
Málið er at seta allar partar, sum varða
av og hava áhuga í føroyskum
landbúnaði, saman at kjakast um hesi
evni.
Ráðstevnan er bygd upp í trimum
pørtum. Fyrsti partur eru framløgur
frá teimum, sum skipa landbúnaðin
í dag. Seinni partur er kunning og
kjak um faklig og praktisk viðurskifti,
og til seinast, er eitt orðaskiftið
millum politikarar um teirra sjónar
mið. Orðaskiftið er skipað við pall
borði, har áhoyrararnir fáa høvi at
taka lut í kjakinum.
Antin so seta vit kós ímóti einum meira
skipaðum og burðardyggum land únaði, ella
b
mugu vit góðtaka, at land únaður í Føroyum í
b
framtíðini bara verður eitt ítriv
Skráin fyri ráðstevnuna
- ógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík
J
setir ráðstevnuna
- ákup Vestergaard, Landsstýrismaður
J
hevur framløgu um landbúnaðarpolitikk
- jørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni,
B
greiðir frá virkseminum hjá Búnaðarstovuni
- igert Patrusson, formaður í Bóndafelagnum,
S
greiðir frá teirra sjónarmiðum
- iels Petersen, formaður í Óðalsfelagnum,
N
lýsir evnið úr teirra sjónarhorni.
Steðgur - Eftir steðgin vera framløgur um
hesi evni:
- ógir: (Landsjørð/Hagalóg/Girðingarlóg)
L
- m seyðahald, hagabit, jarðarbrúk.
U
- júkur hjá seyði, fyribyrging v.m.
S
- m slátur og reinføri, løggildingar v.m.
U
og Matvørulógin 2015.
- erðavinna og landbúnaður.
F
Steðgur - Eftir steðgin verða hesar
- framløgur:
Dímunargarðurin:
Eva og Jógvan Jón Petersen
Viðareiði: Esmar Sørensen
Trøllanes: Eyðun Eliasen
Skúvoy: Harry Jensen
Steðgur
- Kjakfundur við pallborði.
Pallborðsluttakarar:
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Henrik Old, løgtingsmaður
Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum
Orðstýrari: Beinta Løwe Jacobsen
Fundarstjóri: Karl Johansen, sýslumaður.
Ráðstevnan verður fíggjað við stuðlum,
og luttøkugjaldið er kr. 250,00 fyri
hvønn luttakara. Tú kanst kunna teg
meira um tiltakið á www.gamlaseglhusid.fo
Glóðin • nr. 10 • 2013
17