Stutt tíðindi og kunning / MØGULEIKAR Á ÚTOYGGJ
Nýggja skipið til Skúvoyar leiðina
Komandi heyst, kemur skipið, sum skal røkja
skúvoyingar leiðina. Skipið er upprunaliga bygt til
ferjusigling í Danmark. Pláss er fyri 36 fólkum.
Skrokkurin er av stáli, yvirbygningurin av aluminium.
Væntandi kemur skipið í sigling, seint komandi heyst
ella tíðliga á sumri í 2015. Ferðaætlanin verður nakað
tann sama sum nú, tó fleiri túrar í summarhálvuni.
Nú verður hetta møguligt av tí at skipið gongur
skjótari enn gl. Sildberin.
Fuglaveiða og bjargarøkt í Skúgvi
Verkætlanin við fornminnissavninum í Skúgvi gongur eftir ætlan, og í
løtuni verður ymiskt tilfar keypt inn, so arbeiðið kann halda fram.
Ætlanin er, at hetta skal vera eitt savn um fuglaveiðu og bjargarøkt
sum heild. Um alt gongur væl, so kanska meir enn tað, sum tíðin gongur.
Dreymurin er, at hetta skal gerast eitt væla savn, sum eisini kann fáa lutir
ymsastaðni úr landinum, fyri eisini at vísa munin á amboðum til fuglaveiðu.
Til dømis kann nevnast, at fleygastengurnar úr Norðoyggjum eru slett ikki
líka, sum tær í Skúgvi, sigklæði og onnur útgerð er heldur ikki tann sama
úr øllum oyggjunum. Tað er Harry Jensen, Bergur Olsen o.o. í standa fyri
verkætlanini.
Bergur Olsen, Fuglateljari í Skúgvi