GLÓÐIN 10 Des. 2013 | Página 10

Súrlig og leskilig Vinnarin er ein leskilig, eitt sindur súrlig saft við góðari fyllu, hon hevur góðan anga av rabarbu... Vinnarin er ein leskilig, eitt sindur súrlig saft við góðari fyllu, hon hevur góðan anga av rabarbu... Tað var sum hjartað steðgaði. Kundi tað vera so galið, at saftin hjá Jóhonnu vann? Men nei, hetta var eyð so bjartskygt, men tað var ótrúliga spennandi. Saftin, sum vann, var ikki av Húsum, men frá Östanö Skafferi í Svøríki. Östanö Skafferi er ein familju­ fyritøka, tað 11´inta ættarliðið á garðinum. Tey dyrka trý sløg av rabar­ bum, og hava valt tey sløgini, ið hava minst oxalsýru og geva besta lit. Hetta er 10´inda árið á rað, har tey hava latið inn rabarbusaft til kappingina, og fyrstu ferð, tey hava vunnið. Jóhanna Maria var við Í oktober mánaði luttóku umboð fyri Útoyggjafelagið í stóru kunnleika- og hugskotsstevnuni fyri mat-handverk, nevnd Särimner, í Östersund í Svøríki. Särimner: www.eldrimner.com er eitt svenskt tiltak, ið verður hildið annað­ hvørt ár. Í ár var tiltakið víðkað, til at fevna um kunnleika til mathandverk úr øllum Norðurlondum. Tað var Ny Nordisk Mad, sum stóð fyri okkara luttøku og hevði boðið felagnum at luttaka við verkætlanini: Matur sum ferðaminnir. Vit takkaðu ja til innbjóðingina og teknaðu Johonnu Maria Isaksen av Húsum til kappingina, við sínari rabarbusaft. Ein hørð kapping Spenningurin var stórur, tá panelið, sett við serkønum svenskum mathandverkarum, skuldu smakka saft­ ina. Hetta gekk fyri seg í einari stórari høll, og vit kundu ganga har og 10 eygleiða og lurta eftir kjakinum. Har vóru alskyns vørur, í 40 ymiskum vørubólkum. Sjálvandi var øll vøran latin í íløt, so tað ikki var sjónligt hvør átti hvat. Og kappingin var hørð, tí fleiri enn 500 sløg av vøru vóru teknað til. Tá vinnararnir vóru funnir, bjóðaði dóms­nevndin øllum luttakarunum til fundar, har møguleiki var at fáa gjølliga grundgeving fyri dóminum av vøruni. Rabarbusaft