Gleðilig Jól
So eru jólini longu aftur her, og vit gleða okkum til hátíðina,
sum er fyri framman. Nógvar eru traditióninar: Vit baka,
pynta, keypa jólagávur og fyrireika okkum at gera alt so
hugnaligt sum gjørligt. Tað er so vakurt allastaðni. Býurin er
pyntaður, og SMS og Miðlon gera sítt til at tað skal verða
hugnaligt og jólaligt at koma inn í.
Vit hava eisini fyrireika okkum til jólini í ár. Stuttligt er at
standa í handlinum hesa tíðina. Nógv er at gera, og fólk
eru glað.
Vit hava lagt okkum eftir at hava eitt so breitt úrval sum gjørligt, bæði tá tað
kemur til smykkur og ur. Vit hava vørur í øllum prísum, so tað er gjørligt hjá flest
øllum at verða við.
Í jólablaðnum í ár hava vit valt so nógv út sum gjørligt, so tú kanst fáa innlit í
hvat vit selja. Vert er at leggja til merkis at vit eru 2 handlar, 1 í Miðlon og 1 í
SMS. Níðast á síðunum ber til at síggja í hvørjum handli vøran fæst. Vit gleða
okkum at síggja teg, og vilja ynskja tær eini gleðilig jól.
Vælkomin í handlar okkara í Miðlon og SMS
Nomi
Merkir vit selja:
Georg Jensen - Ole Lynggaard - Scrouples - Aagaard - Kranz og Ziegler
Pandora - Dyrberg/Kern - Susanne Friis Bjørner - Sif Jakobs - Carré
Stenform - DKNY - Seiko - Lorus - Pulsar - Boss - Casio - Burberry - Skagen
Tommy Hilfiger - Hello Kitty - Fossil - Nordahl Andersen - Jan Jørgensen
Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum, prentvillum og skeivum myndum
2