a
k kurin av tí upprunalig
Sma
Pernille Kløvdal Helweg: sum var í Føroyum í samband við framsýningina: Hvaltegn & dyrespor 2011. Hini á myndini eru Niels Wibroe, og Jógvan Jón Petersen.
Útlendingar halda, at føroysk r matur er spennandi og for unnugur.
u
k
Men hvat er før yskur matur, og hvat er tað, sum útlendingurin spyr eftir?
o
Tá vit hugsa føroyskt, hugsa vit um
ræstan fisk, ræst kjøt, skerpikjøt,
grind, rullupylsu, knettir og líknandi.
Tað, sum útlendingur ikki veit, er, at
føroyingar slættis ikki eta so nógv av
hesum, at tað er árstíðarknýtt, at tað
mesta ikki kann keypast í handlinum
ella fáast á matstovunum. Og so eru
tað nógv, sum slættis ikki eta
”føroyskan” mat.
Tað næsta, tú kemur føroyskum
mati, soleiðis til gerandis, er á útoyggj.
Nógv húsarhald á útoyggj eta næstan
bara mat, sum tey sjálvi hava framleitt
og hagreitt.
Eitt dømi um eitt væl dekkað
føroyskt borð var, tá vit vitjaðu Stóru
Dímun í vár. Eitt ferðalag av fólki frá
Slow Food. Á borðinum var skerpikjøt,
skinsakjøt, rullu- og kjøtpylsa, heima
gjørt livradeiggj, heimagjørt smør,
súltaðar røtur, rabarbusúltutoy, egg,
mjólk, beinleiðis frá kúnni, afturat
var heimabakað breyð og drýlur. Ein
serlig máltíð, ið smakkaði væl og seint
verður gloymd. Hetta er veruligt Slow
Food, søgdu útlendsku gestirnir, og
Rie Boberg fekk íblástur til at skriva
Í køkinum í Dímun, Janus og Eva úr Dímun
8
Glóðin • nr. 10 • 2013
grein um máltíðina í eitt mat-tíðarrit.
Á útoyggj er hetta ikki nakað serligt,
bara vanligur gerandiskostur.
Væl gagnist.