vit á útoyggj
Nú hevur tú enn eina ferð møguleikan
at koma við okkum á útoyggj - at
síggja og uppliva, hvat ið hendir.
Hetta árið hevur ikki verið øðrvísi
enn so mong onnur. Tað hevur verið
nóg mikið at gera fyri tær fáu hendur,
sum eru tøkar á útoyggj, og tey, sum
hava vitjað, hava ikki verið færri enn
árini frammanundan.
At búgva á útoyggj er ein lívsstílur.
Tað ber nakrar avmarkingar í sær,
men minst líka nógvar gleðir. Hetta
er okkara heim, og staðið, vit hava
valt at búleikast í.
Men tað eru fleiri enn vit, ið eru
bergtikin av okkara vøkru oyggjum,
friðinum og nærleikanum til móður
jørð. Nógv av teimum ferðafólkum,
sum koma at vitja, koma aftur, ár um
ár, tí her finna tey okkurt, ið ikki finst
aðrastaðni.
Men nú vetrarstormarnir leika og
tað er myrkt, kann vera einsligt á
útoyggj. Ikki tað, fleiri njóta hesa
tíðina, tí tað er friður at putla við
ymisk ítriv, ella gera arbeiði, sum
liggur á láni. Men tað eru eisini
stundir at grunda um tað, sum farið
er, eitt nú hví so nógv tíðindafólk hava
áhuga fyri útoyggjunum, og hava
verið her við bæði upptøku- og
myndatólum, og skriva greinar um
okkum og okkara mentan í útlendsk
um bløðum.
Lítið vita hesi tíðindafólk um, at
vit eru nøkur her í Føroyum, sum
noyðast at stríðast fyri at halda út
oyggjum á lívi. Og at tað slett ikki er
so upplagt at búleikast her, tá
tænasturnar fækka og ferðasam
bandið verður skert. Tey vita heldur
ikki, at eisini føroyskir búskapar
frøðingar mala til at avtofta út yggj
o
arnar, og at nakrir av okkara pol
itikarum eisini hella tann vegin.
Men tíbetur so fer skjótt at lýsa
aftur, og dagarnir fara at leingjast. Tá
remba vit okkum, bretta okkum á og
fara til verka. Vit royna enn eina ferð
at trúgva uppá, at tað eru fleiri enn
vit, ið síggja virðini á hesum okkara
fantastisku oyggjum, ið ferðavinnan
hevur funnið útav at gagnnýta, eins
og øll tey, sum á hvørjum ári leita sær
á útoyggjastevnurnar, tí tey eisini
halda, at útoyggjarnar eru verdar at
varðveita og menna.
Í Glóðini hesaferð ferðast vit eitt
sindur víða. Vit fara til Íslands at
hyggja at hugskotum til vinnulig
tiltøk. Vit hyggja at landbúnaði,
ferðavinnu og skúla. Vit vitja í Hesti,
á Húsum, í Svínoy og í Fugloy, og vit
fara eisini á útoyggjastevnu. Til sein
ast, me